Tað gongur støðugt framá at spreingja Eysturoyartunnilin. Í síðstu viku vórðu sprongdir 104 metrar í alt. Smærri lekar og gerð av vegabreyt ávirkaðu arbeiði. Nú eru sprongdir 9.597 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.
Av Hvítanesi og norðureftir vórðu í seinastu viku sprongdir 46 metrar, umframt at 500 metrar av vegi liðugt gjørdir. Í alt eru nú sprongdir 4.613 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyringini undir Skálafirði og móti Hvítanesi sprongdu teir 24 metrar í síðstu viku. Á hesum teininum eru sprongdir 1.705 metrar.
Frá rundkoyringini móti Rókini vórðu 34 metrar sprongdir í síðstu viku. Har eru í alt sprongdir 1.654 metrar.
Væntandi verður hol ígjøgnum í vár og koyrandi ígjøgnum næsta ár.