Ónærisligur filmur í tíðindasending

Undir eini tíðindasending á svensku kanaluni TV4 News í morgun kom ein pornofilmur á tann eina skíggjan, sum sást í bakgrundini.

Vanliga eru fleiri skíggjar at síggja í bakgrundini, tá TV4 News sendir og fleiri, sum hugdu eftir umrøddu tíðindasending í morgun, sóu samstundis pornofilm í fleiri minuttir.

Sambært svensku kanaluni var hetta eitt mistak, skrivar Expressen.

Tíðindaleiðarin hjá TV4 News, Andreas Haglind, sigur, at tey vilja gera alt fyri, at slíkt ikki hendir aftur.

Hann leggur tó aftrat, at nevndi skíggi er ov lítil til, at hyggjarar hjá rásini týðiliga kunnu hava sæð, hvat veruliga fór fram.