Sagt verður, at internetið er eitt hent amboð í demokratiskum tilgongdum. Her verður fyrst og fremst hugsað um møguleikan fyri beinleiðis orðaskifti um eitthvørt, umframt møguleikan fyri interaktivum atkvøðugreiðslum ella veljarakanningum.
Ein retorikari stendur á einum ølkassa og sigur hugsan sína um eitthvørt, meðan stór mannfjøld tyrpist um hann. Vit kenna tað frá teknirøðunum. Men nú hevur ølkassin tænt fyri seg og internetið er komið í staðin. Framyvir verða ongar ?live? framførðslur á vaglinum, nei, orginalarnir fara heldur inn á telducaféirnar at brúka seg á onkrari kjaksíðu. Livandi orðaskiftið hevur enn einaferð førka seg, ikki til amfipallin, tingstaðin ella bygdahúsið, men inn í digitaliseraða gerandisdagin hjá borgaranum. Alt er loyvt og eingin veit hvør vinnur orrustuna, tí hon steðgar ongantíð. Polemikkurin, sum onkur kanska trúði var deyður, hevur fingið ein nýggjan miðil. Hetta má sigast at vera ein positiv gongd, at fólk taka orðið (hóast tað er skrivaða orðið), siga sína hugsan, spyrja, svara, reagera, avbróta ella bara lurta.
Í vikuni hevði onkur løgtingsmaður hug at illskast inn á kjaksíðuna um fullveldi hjá Landsstýrinum. Hann meinti, at kjaksíðan átti at verið bannað og stongd, tí hon hevur bara ósemju og tvídrátt í fólkinum við sær, og so er heldur eingin kontrol (!). Eg kann als ikki taka undir við, at ósemja er negativ og eigur at bannast, tí hvussu skulu vit nærkast, um vit ikki sleppa at siga okkara hugsan? Fría orðið er og verður hornasteinurin undir demokratinum.
Øðrvísið er við interaktivu atkvøðugreiðslunum, sum eisini sigast verða ein trumfur hjá fólkaræðinum. Einki er meira misvísandi og kanska eisini vandamikið, tí fólk taka tær fyri fult.
Feskasta dømið var herfyri, tá Olivant gjørdi meiningarkanning, har spurt varð til støðu ?fólksins? til ríkisfelagsskapin. Í eini slíkari kanning kann sami veljari atkvøða umaftur og umaftur, uttan at identiteturin verður avdúkaður. Tað var ikki gamalt. Harafturat umboðar hon bert ein evarska lítlan part av veljarunum, tí einans 3000 húski í Føroyum hava internet-samband, og tað eru ikki kvinnur og gomul fólk ella onnur perifér subjekt, sum nýta hesi fáu sambond, tíansheldur kanningar.
Nei, allarhelst er veljarin í slíkari kanning ein kiksaður maður í tjúgunum. Ógiftur, men gubbi at fleiri. Og so hevur hann ein ordiliga flottan paususkerm, og óavmarkaða tíð til at sita og sletta ?kukkar?!
Tí er tað eisini so himmalrópandi ófantaligt, tá fjøl-miðlarnir, fullkomiliga ókritiskt endurgeva hesar meinigarkanningar sum verandi eftirfarandi. Tær hava einki endamál, geva onga hylling av gongdini í málinum, og tær siga ei heldur nakað um, hvat fólkið meinar.
Tað átti at verði ein avbjóðing hjá fjølmiðlunum at varðveita fólkaræðið, ikki at birta uppundir eitt nørdaræði.