Vit hava øll gott av at vera eitt sindur bygdarlig. Tí er umráðandi at vit geva fólki, sum at kalla einans hava møguleika at arbeiða í Havn, møguleikan at búgva á bygd.
Nólsoyggin er ein fyrimynd í so máta. Hóast alment ein útoyggj, hava fólk í Nólsoy gott samanhald og hava enntá varðveitt eitt serligt bygdarmál. Tað er ongin ivi um, at tað ber væl til at vera stovnsleiðari í Havn og samstundis búgva í Nólsoy.
Fleiri aðrar bygdir eru í Suðurstreymi, sum kunnu geva fólki tað lívsinnihald, sum bygdaumhvørvið gevur. Hestur, Norðradalur, Syðradalur, Hvítanes og Kaldbak eru sannar perlur.
Men Nólsoy og Hestur og bygdirnar Syðradalur og Norðradalur hava serligan samferðslutørv. Vit mugu tryggja okkum, at landið ger sín part av tí, sum skal til á tí økinum.
Landið skal syrgja fyri, at hestmenn og nólsoyingar sleppa til arbeiðis í Havn sum øll onnur. Har má ongin slingur vera í valsinum, og landið má eisini tryggja vegirnar til Syðradals og Norðradals.
Landið má selja kommununi jørð til bæði útstykkingar og traðir í hesum bygdum, so tað verður møguligt at búgva og trívast í hesum bygdum, sum samstundis eru útjaðari og partur av nærumhvørvinum hjá Havnini.