- Føroya Pedagogfelag herðir verkfallið fráboðað 9/12-2017, at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum, boðar Pedagogfelagið frá.
Pedagogarnir hjá Almannaverkinum verða raktir av verkfallinum frá leygardegnum klokkan átta.
- Føroya Pedagogfelag herðir tiltøkini, tí Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki taka sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelag í álvara, og ikki vilja føra veruligar samráðingar, sigur Jógvan Philbrow.
Les eisini Einki røkist fyri semju
Annika Olsen váttaði fyrr í dag fyri in.fo, at í løtuni er einki samband millum partarnar, ei heldur millum partarnar og semingsstovnin.
Annika Olsen upplýsir tó, at tey eru klár at fara aftur til samráðingarborðið.
- Dagin fyri at vit boðaðu frá verkbanni tóku vit samband við Pedagogfelagið og heittu so inniliga á tey, um at koma aftur til samráðingarborðið. Tað vildu tey ikki tá, men tann áheitanin stendur enn við, sigur Annika Olsen.









