Nýrafelagið í Føroyum 10 ár

Nýrafelagið varð formliga sett á stovn tann 11. apríl 1992, og fyllir sostatt 10 ár í næsta mánaða.

Felagið er ein deild av Dansk Nyreforening. Hetta ger, at limirnir fáa tilfar sendandi, sum danska felagið gevur út. Harumframt fáa umboð fyri Nýrafelagið høvi til at luttaka á fundum hjá danska felagnum. Eisini fáa nýrasjúk tilboð um frítíðarmøguleikar bæði í Danmark og aðrastaðni, har møguleiki er at fáa dialysuviðgerð.
Fyrsta takið hjá felagnum var at fáa dialysumaskinur til Føroya, soleiðis at teir sjúklingar, sum høvdu fyri neyðini at fáa hæmodialysuviðgerð, kundu búgva í Føroyum. Í dag eru 4 dialysumaskinur í brúki í Føroyum, t.v.s. at við núverandi manning kunnu í mesta lagi 8 sjúklingar vera í hesari viðgerð. 7 tílíkir sjúklingar eru í Føroyum í løtuni. Um fleiri enn ein sjúklingur kemur afturat, sum hevur tørv á hæmodialysuviðgerð, verður neyðugt at útbúgva fleiri dialysusjúkrasystrar. Tað er komið fyri, at talið av dialysusjúklingum hevur verið størri enn orkan á Landssjúkrahúsinum hevur klárað.
Hetta hevur ført við sær, at føroyingar, sum eru noyddir at fara til Danmarkar at byrja slíka viðgerð, ikki hava kunna fingið boð um nær teir kunnu, ella um teir í heila tikið kunnu sleppa heim aftur og fáa dialysuviðgerð í Føroyum. Tað tekur umleið somu tíð at umskúla eina dialysusjúkrasystur sum tað tekur at gera ein nýrasjúkling kláran til at kunna fáa dialysuviðgerð. Í nýggja bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum, er ein dialysustova, har pláss verður fyri 4 maskinum. Inntil í fjør vóru 3 maskinur í brúki. Harumframt eru 4 sjúklingar, sum fáa posadialysu Tað eru fleiri føroyingar, sum seinastu árini hava fingið nýratransplantatión.
Eingin nýralækni er í Føroyum í dag. Tað eru yvirlæknar á medisinsku deildini á Landssjúkrahúsinum, ið taka sær av nýrasjúklingum. Avtala er millum Landssjúkrahúsið og Ríkissjúkrahúsið um konsulenttænastu, t.v.s. at ein serlækni í nýrasjúkum kemur til Føroya 4 ferðir um árið at kanna sjúklingarnar.
Nýrafelagið hevði aðalfund tann 9. februar, har nevndin bleiv vald. Odny Thomsen varð afturvald til formann, Karin Elisa Niclasen til kassameistara og Tummas Pauli Thomsen til skrivara. Hinir nevndarlimirnir eru Bergfinn Joensen og Hallbjørg Hansen, sum er nývald. Katrin Selfoss, sum var skrivari bar seg undan afturvali. Eykalimir eru Heini Joensen og Elias Bergsson, sum er nývaldur.
Tann 21. mars byrjar árliga lutaseðlasølan hjá felagnum. Føroyska felagið fær 40% av inntøkuni fyri seldu seðlarnar í Føroyum. Hetta er ein týðandi inntøkukelda hjá felagnum, og vóna vit tí at føroyingar aftur í ár fara at taka væl undir við hesum.
Lóg um heiladeyðskriteriið varð lýst í Føroyum í fjør, men enn hevur Almanna og Heilsumálastýrið einki gjørt við upplýsingarherferð ella líknandi, eins og gjørt hevur verið í øðrum londum. Lógin hevur við sær at føroyingar nú av álvara kunnu vera við til at bjóða seg fram til at vera organdonorar. Nýrafelagið hevur av sínum eintingum skaffa nakrar danskar faldarar við organtestamenti, sum eru lagdir út á apotekini, men vónar at fáa hjálp frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til at fáa hendan ella eina føroyska útgávu senda í hvørt hús í landinum, so øll kunnu kunna seg um innihaldið og taka støðu til organtransplantatión.
Nýrafelagið ætlar seinni í ár at skipa fyri kunnandi fundi um heiladeyðskriteriið. Nær hesin verður, er ikki heilt avgjørt enn. Felagið heldur, at tað hevur týdning at kunna fólk um hetta, nú tað eru fleiri og fleiri føroyingar, ið hava fingið transplantatión, meðan tað eru onnur, sum bíða.
Tað kostar 150 kr. um árið at vera limur í Nýrafelagnum, og harvið eisini at fáa blaðið Nyrenyt sendandi, sum kemur seks ferðir um árið. Áhugað kunnu tekna seg sum lim við at ringja til formannin í felagnum, tlf. 315928, E-mail: thomsen1@post.olivant.fo, ella onkran av nevndarlimunum.