Næraberg og Torbjørn Jacobsen kannast

Landsstýrismálanevndin fer at kanna avgerðina at geva Nærabergi varandi ídnaðarloyvi, og hvørt Torbjørn Jacobsen keypti partabrøv frá egnum felagi fyri undirprís Tað er eftir áheitan frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, at landsstýrismálanevndin fer at kanna málið um innflutnings- og fiskiloyvið hjá nýggja Nærabergi.

Fleiri halda tað vera løgið, at Næraberg fekk varandi ídnaðarloyvi frá fiskimálaráðnum bara tríggjar dagar, áðrenn nýggja landsstýrið tók við.

Landsstýrismálanevndin fer eisini at kanna ávís viðurskifti hjá Torbirni Jacobsen, landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Tað verður gjørt, eftir at Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevur róð framundir, at reiðaríið hjá landsstýrismanninum skal hava selt partabrøv fyri undirprís.

Hetta hendi, áðrenn trolarin Napoleon, sum Torbjørn Jacobsen var reiðari á, fór á tvang, og Jacob Vestergaard segði í Løgtinginum í dag, at sambært seiglívaðum søgum var tað Torbjørn Jacobsen sjálvur, sum keypti partabrøvini.

Landsstýrismálanevndin heldur fund í morgin.

Kelda: Kringvarpið