Næraberg og Slættaberg missa loyvini

Næraberg og Slættaberg missa loyvið at fiska svartkjaft av felagskvotuni. Tað eru boðini frá Vørn til reiðaríið.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá KVF í dag.

 

Næraberg og Slættaberg hava fiska svartkjaft uppá veiðiloyvi hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyingi. Málið hevur í seinastuni verið ógvuliga umstrítt.

 

Advokaturin hjá felagnum sigur, at reiðaríið hevur fingið at vita, at loyvini ganga út 26. juni, men enn er ov tíðliga at siga hvussu tey fara at svara aftur.

 

Reiðaríið hevur fingið intil 23. juni at koma við einum hoyringssvari.