Í dag klokkan 16 hevði skiparin John Leif Joensen, sett manninigini stevnu at møta umborð. Har vóru nógv av teimum gomlu kendu av manningini, men onkur nýggjur var tó eisini møttur upp.
Teir (kundi sagt tey, tí síðsta túr var Hanna Øregaard við) fara at roynaeystur úr Fugloynni ella á Munkagrunni eftir svartkjafti - Viðrar hetta ikki, fara teir í norskan sjógv at royna eftir sild eftir nýggjár, tá ið teir aftur hava kvotu har.
Við Næraberg er eisni Jógvan á Høvdanum, sum hevði teknað flestu mennininar umborð við jólahúgvu síðsta túr, og hongt tekningarnar upp í gongini frammanfyri messuna.
Tá ið vit vóru umborð, sat ein einsamallur maður í messuni. Hetta vísti seg at vera ein Litavi, sum kallaði seg Alex. Hann var við sum maskinráðgevi.
Alex hevði verið einsamallur umborð øll jólini umborð á Næraberg. Men hann hevði nógv gott at bera føroyingum. Fittir og raskir sjómenn, segði hann. Hann var eisini boðin heim til Símun Heimistovu II. meistara, men helt tó, at tað var besta at vera umborð. Tí fóru Símun og mammu hansara við dunnu umborð jólaaftan, so Alex kendi ráman av jólunum.
Umborð á Næraberg eru fleiri hálendingar og týskarar. Alex hevur verið við í seks mánaðir og letur væl at!
Skiparin henda túrin er John Leif Joensen, ættaður úr Skálavík og er Trostein á Grindafossi abbabeiggi hansara, so ikki sørt av skræðu er undan neglunum - og at kenna fisk liggur til slagið.
Kl. 17.00 loysti Næraberg.
Orð og myndir: Dávur Winther