Nú klokkan 13 byrjar Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík at landa Næraberg, sum í morgun er komin aftur av túri við millum 2000 og 2200 tonsum av svartkjafti. Svartkjaftatrolarin Næraberg kemur á Klaksvík um middagsleitið í dag við umleið 2200 tonsum av frystum svartkjafti, sum verða løgd upp í Ánunum.
Tað er Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík, sum fer at landa veiðina. Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at einir 10-14 mans verða við í landingini av skipinum.
Hann sigur, at hetta er fjórðu ferð í ár, at Næraberg leggur veiðina upp í Norðurhavnini, og á seinasta túri hevði skipið 1700 tons av svartkjafti.
Pól Fuglø dugir ikki at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at landa skipið, men nú er landingarliðið meiri kent við umstøðurnar umborð, soleiðis at landingin eisini gongur betri.
Næraberg byrjaði hendan túrin hin 1. apríl.
Mánadagin landaðu eisini partrolararnir Nónhamar og Fjalshamar í Klaksvík Teir høvdu eini 120.000 pund av upsa tilsamans.
Onnur skip, sun landaðu í Klaksvík mánadagin, vóru línuskipið Helena og trolbáturin Fiskaklettur, sum høvdu sløk 30.000 og 50.000 pund hvør.
Í morgin kemur trolbáturin Varðin við umleið 20.000 pundum, har meginparturin av veiðini er havtaska.