Stóri svartkjaftatrolarin, Næraberg, liggur í løtuni í Klaksvík, har hann verður landaður á Northern Fish Cold Storage.
Næraberg hevur seinastu seks vikurnar roynt í íslendskum og føroyskum sjógvi. Næraberg leggur 750 tons av surimi og 280 tons av mjøli upp úr Klaksvík.
Ætlanin er,at Næraberg skal fara avstað aftur hóskvøldið.










