Fiskivinna
Tíðliga týsmorgunin kom verksmiðjutrolarin, Næraberg, aftur av túri, sum upprunaliga byrjaði, 17. oktober.
Síðan túrurin byrjaði, hevur skipið tvær ferðir verið inni og bunkrað; fyrru ferð í Klaksvík og seinnu ferð í Fuglafirði.
Fyrri parturin av túrinum, áðrenn bunkringina í Klaksvík, var fiskiskapurin slakari, og svartkjafturin verri, men tá ið teir fóru útaftur, fekst meira burtur úr.
Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði skiparin, sum fór í land, tá ið teir bukraðu á Fuglafirði, at seinni parturin av túrinum hevði hildnast betur.
Væl at fáa
Í Fuglafirði kom Mannbjørn í Grund umborð sum skipari, og sum skilst, hevur væl verið at fingið, til teir nú góvust at fiska.
Nú Næraberg kom aftur, hevði skipið umleið 600 tons av surimi og góð 200
tons av mjøli.
Ætlandi fer Næraberg nýggjan túr, 2. januar.
Manningin á risatrolaranum telir umleið 80 fólk á hvørjum túri.