Nú Næraberg kom á Klaksvík, hevði hann 2.100 tons av heilfrystari sild inni. Hann fleyt tungt í sjónum og sær nakað øðrvísi út, enn vit eru von við.
Báturin er nakað gamal, men verksmiðjan nýggj og rættiliga nýmótans.
Teir fóru eftir bátinum í Hollandi 28. oktober. Riggaðu hann til í nakrar dagar og fingu uppí eftir 11 døgum. Tað var long sigling av fiskileið - ein heil vika at sigla til Hollands aftur.
Aftur heil vika at sigla á fiskileið í Norður Noregi. Henda túrin fingu teir uppí eftir 15 døgum. Tað eydnaðist væl at arbeiða undan, hóast verksmiðjan av tekniskum orsøkum bert arbeiddi við hálvari megi.
Tað tók fýra døgn at sigla av fiskileið á Klaksvík.
Sum sagt hava ymiskir tekniskir trupulleikar verið við verksmiðjuni, ið annars verður sett stór vón til, tí hon er so nýggj og nýmótans annars. Nakað verður gjørt við hetta, nú báturin er á Klaksvík.
Byrjað verður at leggja veiðina upp í Klaksvík í morgiárini, og er ætlanin at fara at royna eftir svartkjafti undir Føroyum beint eftir jól.
Um 30 mans eru við, ið sigla við sama sáttmála sum manningin á Norðborg, 28%.