Næraberg, sum kom gjáramorgunin, leggur í løtuni 2.000 tons av svartkjafti upp í Norðhavnini í Ánunum. Vøran, sum øll er fryst í blokk, verður skipað beinleiðis umborð á Silver Lake, ið liggur beint aftian fyri Næraberg. Lastina flytir hann til Hálands.
Samstundis liggur Norðborg uttanfyri og bíðar eftir at sleppa at klokkan 18 við sínum 1.400 tonsum av svartkjafti. Øll lastin er seld til Kina, og verður hon skipað av landinum fyrst í komandi viku.
Báðir bátarir fara beina leið avstað aftur eftir svartkjafti.
Myndir: Dávur Winther