Næraberg hevur í dag verið í Norðhavnini eftir svartkjafti. Vanliga leggja teir veiðina upp har, men nú skal Næraberg til Hálands at gera ymiskar umvælingar, og so taka teir frystan svartkjaft niður við.
Teir hava fiskað svartkjaft við Føroyar, og teir komu inn í morgun eftir eini 800 tonsum av frystum svartkjafti, sum hevur ligið á frystigoymslu í Norðhavnini, fyri at fylla lastinu upp.
Næraberg fer avstað seint í kvøld ella í nátt.