Svartkjaftatrolarin Næraberg kemur væntandi til Klaksvík fyrrapartin leygardagin - tollaksmessudag.
Næraberg fór til fiskiskap síðst í november mánaði, eftir at hann hevði verið til umvælingar á norskari skipasmiðju, har stórar broytingar vórðu gjørdar á fabrikkini.
Næraberg hevur fyri tað mesta verið í føroyskum sjógvi, og tá hann gavst at fiska hósmorgunin, høvdu tey framleitt 400 tons av surimi og umleið 190 tons av mjøli. Tá var nakað eftir at framleiða, áðrenn trolarin fer at leggja veiðina upp í Klaksvík.
73 fólk eru við Næraberg hendan túrin, og av teimum eru 13 konufólk. Skipari er Ólavur Biskopstø.