Næraberg fyrstu ferð á Klaksvík

Stutt fyri døgurða stevndi nýggi Næraberg fyri fyrstu ferð inn á heimstaðin Klaksvík. Nýggja skipið hjá reiðarínum JFK hevur verið tveir túrar til fiskiskap, fyrru ferð landaðu teir í Írlandi og hesaferð verður landað hjá Havsbrún í Fuglafirði. Skipið roynir eftir svartkjafti.

Næraberg er á stødd við Jupiter. Skipið er góðar 70 metrar langt og 13,6 metrar breitt. Maskinorkan er 10.000 hestar. Næraberg lastar umleið 2000 tons.

Hanus Hansen, reiðari, letur væl at skipinum, sum skal fiska kvoturnar hjá gamla Næraberg og Atlantic Navigator.

Sambært reiðaranum kostar nýggi Næraberg omanfyri 90 milliónir krónur.

12 mans eru við Næraberg.

Skipið liggur í løtuni á Klaksvík, meðan bíðað verður eftir at sleppa at landa í Fuglafirði.