Næraberg á fyrsta túrinum

Frystitrolarin Næraberg, sum JFK hevur keypt saman við øðrum, er farin fyrsta túrin undir føroyskum flaggi. Vágaportalurin skrivar, at Næraberg er farin at royna eftir sild norðan fyri Føroyar.

Einir 30 mans eru við skipinum.

Hanus Hansen, reiðari, sigur við Vágaportalin, at Næraberg gjørdi ein góðan makreltúr, beint áðrenn nýggju eigararnir yvirtóku tað. Skipið hevði 2.000 tons av frystum nakreli eftir at hava fiskað í knappar tíggju dagar.