Næraberg fer í morgin

Næraberg, sum hevur fingið Pacific Voyager, fer í Stillahavið at fiska

Fiskivinna

 

Tað hevur leingi ljóðað, at P/F Næraberg hevur tingast um at selja Næraberg, og í dag váttar reiðarin Hanus Hansen, at Næraberg er seldur. Hann varð strikaður í føroysku skipaskrásetingini hósdagin.

Keyparin er eitt reiðarí í Peru við eigarum úr Hong Kong. Hetta er sama felag, sum í juni keypti Trónd í Gøtu.

Næraberg hevur longu skift navn og eitur nú Pacific Voyager. Áðrenn hann kom til Føroya, æt hann Voyager.

Skipið skal í Stillahavið at fiska eins og fyrrverandi Tróndur í Gøtu.

Hann fer avstað longu í morgin.

 

Leita eftir øðrum skipi

Hanus Hansen sigur, at roynt verður at finna annað skip fyri Næraberg. Hann vildi helst, at funnin var ein størri loysn, men enn torir hann ikki at siga, hvat taåð fer at enda við.

Teir umleið 20 menninir, sum knýttir vóru at Nærabergi, eru ikki uppsagdir. Flestu teirra hava valt at bíða eftir avloysaraskipinum.

Næraberg hevur staðið á skipasmiðjuni í Havn nú í fleiri vikur. Hann hevur ikki kunnað fiskað seinastu tríggjar mánaðirnar, men nú eru tey viðurskiftini komin í rættlag, so avloysaraskipið sleppur beinanvegin til fiskiskap. Teir kunnu svartkjaft, makrel og annan ídnaðarfisk.