Næraberg botnaði á vágni

Stóri svartkjaftatrolarin stóð fastur á vágni í Klaksvík fyrrapartin í gjár, men móti middegi slapp hann leysur aftur

 

Klaksvík: Fyrrapartin í gjár lá Næraberg hjálparleysur nakrar metrar frá bryggju í Klaksvík.

Hann hevði siglt seg fastan á vágni, tá hann skuldi leggja til kai við Northern Fish Cold Storage, har veiðan skal leggjast upp.

Tað er dýpt fram við bryggjuni á vestaru síðu, men Næraberg var ov langt úti á vágni, og tí kom hann at standa fastur. Tað var fjøra fyrrapartin í gjár, og tað gjørdi ikki støðuna betur.

Fram móti middegi eydnaðist tað at fáa Næraberg leysan, so hann kundi leggja til kei. Trolarin hevur 780 tons av surimi og góð 300 tons av mjøli. Ætlanin er, at Næraberg skal avstað aftur seinni í vikuni.