Næraberg 2.000 tons av svartkjafti

Næraberg kom á Klaksvík um sjeytíðina í kvøld, har hann setti partar av manningini av og legði nakað av proviantinum upp.

Teir hava fiskað í níggju dagar og fingið um 2.000 tons av heilfrystum svatkjafti.

Næraberg fór skjót eftir til Hálands, har veiðan verður løgd upp, og har onkrar smáar umvælingar skulu gerast.

Síðani verður bíðað eftir makrelkvotuni at fiska av.

Skipari henda túrin hevur verið Kári Petersen av Skarvanesi. Kona hansara, Unn, er kokkur og hevur siglt sum kokkur í fleiri ár.

Skrivað hevur: Dávur Winther