Vestmenningar eru ikki falnir í fátt, hóast eitt virki við umleið 20 arbeiðsplássum er afturlatið.
?Vestmanna er ein bygd við ríkum fiskivinnutraditiónum, so her gerst okkurt, hóast laksakryvjivirkið Atlantis letur aftur. Bygningurin verður nú gjørdur klárur til onkran annan at taka yvir, og tað vænti eg eisini fer at henda.
Orðini eigur Jákup Oluf Hansen, stjóri á kryvjivirkinum Atlantis í Vestmanna, sum nú kennir sviðan av vánaligu gongdini í alivinnuni og noyðist at lata aftur.
Sjálvandi eru fólk hørm um, at virkið letur aftur. Tað er eingin ivi um tað, sigur Jákup Oluf Hansen. Men tey taka tað ikki sum nakra vanlukku kortini, at hetta virkið isolerað verður afturlatið. Men at øll alivinnan í Vestmanna er fyri tí bakkasti, hon er, tað er ein sera dyggur smeitur. Tí har er ikki bara talan um sjálva alingina og kryvjivirkið, men eisini avleiddar vinnur, sum knýta seg at hesum. Og tá verður tað nógv tilsamans.
Hann rósar arbeiðsfólkinum á virkinum fyri tað ábyrgd, tey hava víst hesa tíðina, síðan greitt varð, at virkið noyddist at lata aftur.
Tað líður væl móti einum ári, síðan greitt varð, at virkið fó at lata aftur, tí ILA var staðfest á Vestmanna, og allur fiskur á vágni skuldi takast. Kortini hava fólk trúliga verið til arbeiðis á virkinum líka til tað seinasta, sigur Jákup Oluf Hansen.
Hann sigur, at Atlantis hevur hildið til í leigaðum hølum hjá Vestmanna Fiskavirking. Avtalað er við eigaran, at leigusáttmálin verður uppsagdur, og at bygningurin skal latast teimum aftur í tí standi, hann var, tá Atlantis tók yvir. Tað vil siga, at nú verða maskinur og annað tikið út og roynt verður at selja tær. So er upp til eigaran, hvat verður av bygninginum.
?Men við teimum traditiónum, sum eru í Vestmanna, vænti eg ikki, at hann fer at standa leingi tómur, sigur Jákup Oluf Hansen.
Hann harmast tey umleið 20 fólkini, sum nú standa arbeiðsleys. Sum er, stendur eingin og bíðar teimum við nøkrum arbeiði í Vestmanna. Føroya Fiskavirking hvur tað fólk, brúk er fyri, og onnur virki hava eisini sítt fólk. So líkt er tíverri til, at tey noyðast av bygdini at finna arbeiði. Onkur kanska sleppur til skips. Men ivaleyst noyðist onkur upp í ALS skipanina í fyrstu syftu, heldur stjórin á krivjivirkinum Atlantis, sum noyddist at lúta fyri afturgongdini í alivinnuni.