Tey, sum hava fingist við hagtøl í fótbólti, vita, at primera keldan til sovorðið tilfar, er dómaraseðlarnir. Tey vita eisini, at tað er meiri enn so komið fyri, at skrivingin og skrásetingin á dómaraseðlunum hevur verið so sum so. Tað er ikki altíð, at tað tykist hava verið greitt fyri teimum liðformonnum ella liðleiðarum og dómarum, sum hava skrivað, at tað, sum teir hava tikist við, er eitt tað týdningarmiklasta søguliga tilfarið, sum tey, ið hava hagtølini sum arbeið og/ella áhuga, hava møguleika at nýta sum dokumentatión fyri einstøku dystunum.
Hvussu ábyrgdarpersónarnir fyri dómaraseðlunum komu frá uppgávunum í fjør, ber tað nú rættuliga ómakaleyst til at síggja við egnum eygum. Fótbóltssambandið hevur skannað allar 90 dómaraseðlarnar frá kappingini í 1. deild í fjør og lagt teir á heimasíðu sína, football.fo. Á heimasíðuni verður sagt, at teir í FSF hava ætlanir um at fara longri aftur í tíðina, og at teir eisini hava ætlanir um at allir dómaraseðlarnir í kappingini, sum stendur fyri framman og framtíðar kappingum yvirhøvur, skulu leggjast á heimasíðuna.
Tiltakið tænir FSF og heimasíðuni til miklan sóma. Spurningurin hjá teimum, sum ætla sær ella droyma um at fáa gagn av tænastuni, er nú, hvussu væl tað fer at eydnast hjá teimum í FSF fyrisitingini at gera framtíðar ætlanirnar hesum viðvíkjandi til veruleika. At teir fara at megna at fáa tilfarið, sum teimum fer at koma í hendi, á heimasíðuna bæði skjótt og væl er einki at ivast í.
Spurningurin er heldur, um tey, sum hava ábyrgdina av at fáa seðlarnar á FSF skrivstovuna - og tað eru dómararnir - fara at syrgja fyri hesum uppaftur skjótari, enn teir hava gjørt tað higartil. Lítil ivi man vera í, at allir liðformenn ella liðleiðarar og allir dómarar fara at taka skrivingina og skrásetingina av útskiftingum og innskiftingum og gulum og reyðum kortum og málskjúttum og tíðarbilinum, tá ið málini eru skorað, í uppaftur størri álvara, enn tað higartil hevur verið gjørt. Talan verður jú um alment eftirlit!










