Nú ræður um hjá KÍ

Tað er ókeypis at koyra í Norðoyatunnlinum í dag, og undir Leirvíksfirði er nógv ferðsla báðar vegir. KÍ er á veg til Gøtu, og tað verður roknað við, at nógv KÍ viðhaldsfólk fara við sínum liði í Sarpugerði.

Tað er púra víst, at Víkingur næsta summar fer at taka lut í europeisku kappingini. Klaksvíkingar vilja fegnir vinna sær atgongumerki til altjóða fótbólt. Leingi hevur tað sæð hampuliga gott út tí viðvíkjandi. Tað er framvegis upp til KÍ sjálvt at gera av, um talan skal vera um at spæla í Europa næsta kappingarár, men nú er tað ikki frítt, at tað sansar at.

Setningurin hjá KÍ í dag er at vinna fulla úrtøku. Um tað ikki eydnast, so er møguleikin stórur fyri, at HB við heimasigri á TB kann lyfta seg framum KÍ í kappingini um Europa Cup pláss, og harvið dettur KÍ av bronsuplássinum og aftur á fimta plássið.

Jógvan Isaksen og Ivan Joensen eru tøkir aftur eftir leikbann, og harvið er kappingini um plássini á KÍ liðnum uppaftur størri, enn hon hevur verið.

Síðsta sunnudag tapti KÍ á heimavølli ímóti B36. Eisini Víkingur tapti fyri viku síðani á heimavølli. Hóast 3-2 tapið ímóti EB/Streymi, so er Víkingur framvegis við í kappingini um bronsuplássið. Altjóða atgongumerkið varð tryggjað við sigrinum í steypafinaluni.

Hesa ferð er Evrard Blé – ivaleyst ársins spælari í Víkingi – leikbannaður.