Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða spældar mikukvøldið.
Í Klaksvík fær KÍ vitjan av GÍ, og her má KÍ metast sum favorittur. KÍ vann heimadystin í landskappingini 8-3 ímóti GÍ, men ta ferðina vísti GÍ eisini, at liðið kann verða við og gera mál ímóti KÍ. Klaksvíkskvinnur hava seinastu árini verið sterkasta kvinnuliðið í landinum, og higartil í ár hevur KÍ vunnið allar sínar dystir og liggur á odda í landskappingini. Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 18.00 mikukvøldið
Hin dysturin verður á Argjum, har AB fær vitjan av B36. Hesi bæði liðini hava spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, og tá vann B36 heili 4-1 á heimavølli. Hesaferð er AB á heimavølli, og tí fær B36 neyvan eins lætt spæl hesaferð.
B36 vann í fjør steypakappingina hjá kvinnum, men liðið hevur kanska ikki somu styrki í ár, sum liðið hevði í fjør. AB hevur seinnu árini fingið hampuliga góð úrslit, og liðið hevur í ár vunnið tríggjar av fýra landskappingardystum.
Seinni hálvfinalurnar verða spældar 28. mai, og tá hava útiliðini hesaferð heimavøll.Finalan verður í Havn 1. juli.