Nú ræður um at skora fyrst

Tað er einki at siga til, at klaksvíkingarnir vóru eitt sindur fáligir, tá ið teir fyri fjórðu ferð á rað fóru av vøllinum við ongum.

Men formaðurin, Tummas Lervig, vildi ikki bara síggja svart upp á tingini:

- Hesa ferð kiksaði tað orduliga. Undanfarnu ferðirnar hava vit kent tað soleiðis, at marginalirnir hava verið ímóti. Á Svangaskarði var B68 væl betri.

Nú verður talan um botnuppgerð, tá ið 07 Vestur fer at vitja í Klaksvík?

- Tað fara venjararnir, sum vit hava álit á, saman við spælarunum at fyrireika seg til. Um tað eydnast okkum at skjóta fyrsta málið, so rokni eg við, at tað fer at ganga. Og um tað eydnast at vinna eina ferð, so vænta vit, at tað fer at gleppa. Spælararnir eru ungir, og tað hevði komið væl við, um marginalirnir høvdu verið við.

Umhugsa tit at styrkja um liðið?

- Vit hava valt henda leistin, og vit hava ikki aðrar ætlanir. Onkrir spælarar hava verið skaddir, sum vit vóna skjótt verða førir fyri at spæla aftur. Vit hava framvegis álit á, at tað ber til at venda gongdini, sum sjálvsagt ikki hevur verið góð, staðfestir KÍ formaðurin, Tummas Lervig.