Tá ein hevur verið við sama skipi í 21 ár, so er lítil ivi um, at ein følir seg nær knýttan at arbeiðsplássi sínum.
Hvat Heðin Samuelsen nú fer at gera, dugir hann ikki at siga nakað um. Tá vit hittu hann í farnu viku, vóru hann og ein annar maður í ferð við at rudda umborð á skipinum, og taka burtur tað, sum kann fara at rotna og lukta.
- Hvussu verður við framtíðini hjá mær?! Tja, tað dugi eg ikki at siga. Kanska verði eg noyddur at hyggja út um landoddarnar eftir arbeiði, tí pláss er ikki fyri okkum øllum í Føroyum, sigur hann.
Hann fer somuleiðis at fylgja við gongdini í tvingsilssøluni, sum kann taka sína tíð. Men, - fer hann sjálvur at verða við í eini bjóðing uppá skipið?
- Nei, tað veit ikki. Tað er óvist, sigur hann.
Hann er tó fullvísur í tí, at ein nýggjur eigari av Høgafossi ikki bert kann dúva uppá fiskiskap eftir rækjum. Neyðugt er eisini við møguleikum at royna eftir øðrum fiskasløgum.