Heidi Petersen, løgtingskvinna
Í sambandi við viðgerð av munnligum fyrispurningi í løgtinginum 20. september, bar eg fram spurning til landsstýrismannin í heilsumálum Hans Paula Strøm, um tíðin ikki er komin, til at vit fáa eina óhefta góðsku kanning av føroysku sjúkrahúsunum.
Sera lemjandi kritikkur av viðgerðini á Landssjúkrahúsinum, er í fleiri førum alment førdur fram, og kunnu vit hvørki sum brúkarar, ella sum politikarar, liva við so álvarligum ákærum móti føroyska sjúkrahúsverkinum. Seinasti kritikkurin, ið verður førdur fram í Sosialinum 27. september, har dóttir vísir á viðferð og viðgerð mamma hennara fekk gjøgnum fýra ár inn og út av landssjúkrahúsinum, er so út av lagið vánaligt, at nú má vera nokk.
Haldi ikki tað tænir sjúklingum ella starvsfólki, at bíða verður við eini góðskumeting, vit eiga at kunna skjalfesta yvirfyri brúkarunum, at røktar støðið og sjúkuviðgerðar støðið er nóg høgt, og fult á hædd við hini norðurlondini.
Eins og vit hava samtykt at fólkaskúlin skal vera við í eini altjóða góðskumeting, PISA kanningin, fyri at tryggja støði og alla tíðina at kunna liva upp til nútíðar krøv, eiga vit eisini at tola og tora at gera eina slíka altjóða kanning av føroyska sjúkrahúsverkinum.
Á ríkissjúkrahúsinum í Danmark hava tey eitt altjóða viðurkent felag at gera góðskumeting av dygdini í røkt og viðgerð. Tað er Joint Commission Internationals sum hevur 368 standardir fyri kvalitet, og sum tey eftirkanna. Høvuðsøkini sum verða kanna eru atkoma til viðgerð, - rættindi hjá sjúklingum og avvarðandi, - meting av sjúklingi, - viðgerð av sjúklingi, - vegleiðing av sjúklingi og avvarðandi, - góðskumenning og sjúklingatrygd, - fyribyrging og kontroll av ígerð, - leiðsla, - trygd, infrastrukturur og veitingar, - útbúgving og kvalifikatiónir hjá starvsfólki, - data og stýring av upplýsingum.
Haldi landsstýrismaðurin eigur at hyggja nærri eftir hesum slagið av góðskumeting av heilsuverkinum, kanska eisini eftir øðrum háttum at gera góðskumeting , sum kunna seta okkara sjúkrahús á ein altjóða stiga og harvið upplýsa fyri brúkarunum hvat veruliga røktar og viðgerðarstøði er.
Hetta áliggur landsstýrismanninum í heilsumálum at taka avgerð um, men enn hevur hann ikki hirt at svara spurninginum eg setti honum í løgtinginum, loyvi mær við hesum skrivi enn einaferð at reisa spurningin, og vóni at fáa eitt nøktandi svar, brúkarum og starvsfólki til gagns og løgtinginum til grundarlag fyri støðutakan, tá avgerðirnar viðvíkjandi landssjúkrahúsinum skulu takast.
Á Miðalsbrekku 2. oktobur 2006










