Nær ert tú nóg gomul til at vera einsamøll?

    

Maud Wang Hansen
Býráðsvalevni Tjóðveldisflokksins
????????????????????????
Ein mamma stendur einsamøll við børnunum, ein torfør men livulig støða.
Hon hevur góða útbúgving og gott arbeiði.
Hon er í tí støðu, at hon hevur tørv á ansing til síni børn.
Hon kann ikki siga, at hon onga familju hevur, men rættari, at familjan ikki hevur umstøður fyri, at hjálpa henni, hvørki nú ella seinni.
Hon heldur eisini, at hvørki familjan ella samfelagið "eigur" ábyrgdina av, at ansa hennara børnum.
Hon merkir tíðiliga á børnunum , at tey krevja meira av henni nú pápi teirra ikki er her meir.
Tann saknurin og tær kensluligu kreppurnar ein sjálvsagt skal ígjøgnum eru fyri ein og hvønn tungar at bera.
Hon tekur oftari og oftari frí frá arbeiði tí hon heldur, at børnini eru sjúk ella tí hon kennir seg troytta og móða.
Føroyska samfelagið hevur tørv á hennara hjálp, tí hon hevur útbúgving ið tørvur er á.
Samstundis blívur møguleikin hjá henni minni og minni fyri at hjálpa sínum egnu og síðani samfelagnum.
Tá so talan er um, hvør skal vera tann tíðningarmiklasti persónurin í lívinum hjá hennara børnum, tá hon er til arbeiðis og ikki kann vera tann fyrsta at síggja tað nýggja tey læra og ikki kann troysta tey tá tey fáa ilt ella eru kedd, ja tá er tað ikki líkamikið hvør í ger tað.
Tann harði veruleikin vísti henni, at tá eitt barn í Tórshavnar Kommunu fer í annan flokk, ja so er tað eingin sjálvfylgja, at ansing er til tað. Tá metir man frá Býráðsins síðu, at barnið er nóg stórt til at klára seg sjálvt aftaná skúlatíð, t.v.s. í fleiri tímar dagliga.
Ferðsluruðuleiki, kavi og hálka, rulluskoytur, SMS og hvat man annars kann koma í tankar um, er dagligur kostur hjá hesum børnum, sum tey nú skulu royna at sleppa ígjøgnum snikkaleys.
Børnini eru tað dýrabarasta vit eiga og hava tey rætt til at kenna seg trygg í okkara lítla samfelag , sum fyri tey er stórt og vandamikið um tey skulu ganga ígjøgnum tað uttan eina leiðandi hánd.
Lat okkum vera við til at geva børnum í skúlaaldri virðilig kor og góð og mennandi tilboð saman við dugnaligum vaksnum fólki, sum tekur ábyrgdina av hesi uppgávu í fullum álvara.