Nær er ‘yvirtaka’ blivið óføroyskt?

Málstrikan

- Soleiðis ljóðar ein fyrispurningur til Máltænastuna. Spurt verður, hví og nær tað er blivið ‘føroyskari’ at siga ‘taka yvir’ enn ‘yvirtaka’. Talan var um, at onkur kommuna skuldi “taka yvir” onkran skúla.

Hetta er torført at svara upp á, tí føroysk málstýring fungerar í tí fjalda, í loyndum. Onkur málstýrari hevur funnið út av, at vit ikki eiga at gera eitt ávíst slag av samansettum sagnorðum. Vit skulu t.d. ikki siga ‘útbúgva’, bara ‘búgva út’. Tað sama er við ‘útgeva’ og líknandi orðum. Men málið er ikki mekanikkur. Tað er púra natúrligt føroyskt at siga, at “tingformaðurin mátti útseta málið til næsta dag”. Hevði hann her sagt ‘seta út’, so hevði hann tosað sum útlendingur ella havt okkurt heilt annað í tonkunum: ‘seta út’ í týdninginum ‘seta óynskt barn út’ – t.e. beina fyri tí. Og sleppa okkara skiparar ikki longur at seta út í kortið, so mugu vit siga, at mark má vera fyri, hvat málfútar loyva sær at útseta okkum fyri.

Av tí at tað ikki ber til at spyrja ta loyniligu málstjórnina, mugu vit gita. Orsøkin til, at ‘yvirtaka’ verður vrakað kann vera tann, at ‘yvirtaka’ líkist tí danska ‘overtage’ (týskt: übernehmen). Lesarin undrast kanska, men so einføld er “føroysk málrøkt”.

Nógv onnur dømir kunnu nevnast. Tað er ikki tað sama ‘at avtaka’ og ‘taka av’. Samansetingarnar eru eisini ríkandi fyri málið. Øll vita, hvat tað er at ‘kenna til’ (alkoholiskt), men siga vit, at hann tilkendi onkrum okkurt, so eru vit hjá einari juridiskari nuancu: dómari dømdi einum persóni okkurt til. Soleiðis kundu vit fortsett í tað óendaliga við dømum um málsins ríkidømi av snildisliga samansettum sagnorðum, men einki bítur á teimum, sum hava yvirtikið málið, og journalisturin og lærarin eru ofta í teirri syndarligu støðu, at teir geva yvir skarvin. (MT)