Nú ríða menn á greinum

Kjak hevur tikið seg upp, um Edmund Joensen sum løgtingsformaður hevur loyvi at leggja uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi fyri ting. Men sambært fleiri løgfrøðingum og politikarum, sum Sosialurin hevur prátað við, er hetta orðklúgvarí og paragrafryttarí

POLITIKKUR

 

Bara løgtingslimir, landstýrislimir og løgmaður hava loyvi at leggja uppskot til lógtingslógir fyri ting. Tí kann Løgtingsformaðurin ikki leggja framm uppskot. Hetta segði Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, í samrøðu við Norðlýsið í gjár.

Sosialurin hevur tosað við fleiri løgfrøðingar um málið, ikki allir vilja úttala seg alment, men semja er um, at hetta kjakið bara er eitt stríð um orð.

Annfinn V. Hansen, løgfrøðingur sigur, at tinglimir ofta leggja mál framm vegna onkran bólk, og tá ið tosað verður um okkurt lógaruppskot, kann verða sagt, at til dømis tjóðveldisflokkurin hevur lagt uppskot framm. Men flokkurin hevur ikki lagt uppskotið framm, men ein tinglimur úr flokkinum.

Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at tingformaðurin hevur lagt uppskot fyri ting. Bæði Edmund Joensen og Finnbogi Ísaksson hava sum tingformenn lagt uppskot fyri ting vegna formansskapin. Í mars í 2006 legði Edmund Joensen uppskot fram um broyting í Tingskipan Føroya Løgtings. Uppskotið sigur, at tingmaðurin legði uppskotið framm vegna formansskapin. Finnbogi Ísaksson legði eisini uppskot fyri ting, tá hann var tingformaður. Í 2000 legði hann fram uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann.

 

Formansskapurin gevur tyngd

Í grein fjúrtan í Tingskipan Løgtingsins er útgreinað, hvørji mál formansskapurin kann og skal viðgera. Hetta eru mál av stórum ella grundleggjandi týdningi og ávís onnur mál, eitt nú hægri fyriskipaðir spurningar viðvíkjandi løgtingsarbeiðinum og lønarviðurskifti hjá løgtingsmonnum.

Í mei í ár viðgjørdi formansskapurin uppskotið hjá Edmundi Joensen um Føroyar sum eitt valdømi. Ein meiriluti samtykti at heita á løgtingsskrivstovuna um at fyrireika eitt uppskot til løgtingslóg um Føroyar sum eitt valdømi.

Sosialurin hevur prátað við teir fýra limirnar í formansskapinum, Edmund Joensen, Óla Breckmann, Hergeir Nielsen og Vilhelm Johannesen. Teir síðst nevndu vóru ímóti, at heita á løgtingsskrivstovuna at fyrireika lógaruppskotið. Men orsøkin til hetta var ikki, at teir hildu, at formannskapurin løgfrøðiliga ikki kundi viðgera ella leggja slíkt mál fyri ting. Edmund Joensen legði málið fyri formannskapin, og málið var viðgjørt sum onnur mál.

Edmund Joensen sigur, at hann legði málið fyri formannskapin fyri at fáa atgongd til embætisverkið hjá løgtingsskrivstovuni. Hetta helt hann ikki vera nakað løgið í. Annfinn V. Hansen metir, at Edmund Joensen valdi hesa loysn fyri at fáa eina vekt aftan fyri uppskotið. Hetta var hansara politiska val, og onkur kann halda hetta vera eitt skeivt politiskt val. Men ólógligt er tað ikki, staðfestir Annfinn V. Hansen.

 

Fyri sjálvan seg

Hóast málið hevur verið til viðgerðar í formannsskapinum, og ein meiriluti í formannsskapinum – Edmund Joensen og Óli Breckmann – heitti á løgtingsskrivstovuna, at fyrireika uppskot til løgtingslóg, so legði Edmund Joensen ikki uppskotið framm vegna formannsskapin, men vegna seg sjálvan. Uppskotið til løgtingslóg sigur, at tingformaðurin leggur fyri tingið vegna sjálvan seg.

Edmund Joensen sigur, at hann gjørdi hetta, tí at semja var ikki í formannskapinum. Hergeir Nielsen undrast hinvegin yvir, at uppskotið ikki sigur vegnað formannskapin, tá ein meiriluti var fyri at fyrireika uppskotið. Men hann væntar, at hetta er eitt taktiskt spæl.

Politiskir eygleiðarar og serfrøðingar hava undrast yvir, at løgtingsformaðurin velur at fara inn í eitt spreingifimt mál sum hetta. Hetta er ikki siðvenja, hvørki her ella aðrastaðni. Bæði Hergeir Nielsen og Vilhelm Johannesen hildu tað heldur ikki vera rætt, at formannskapurin legði framm eitt uppskot, sum so stór ósemja er um.

Tey lógaruppskot, sum formannskapurin hevur lagt framm áðrenn hetta málið, hava snúgva seg um málsøki, sum ongin landsstýrismaður hevði ábyrgd fyri, sum til dømis tingskipanin og umboðsmaðurin. Valskipanin hoyrir undir málsøki hjá Jacob Vestergaard, landstýrismann í innlendismálum.

Men Edmund Joensen heldur fast um, at tað var rætt at leggja málið fyri ting. Og hann undrast yvir, at ein løgfrøðingur, sum hjálpti Finnboga Ísaksson, at leggja mál fyri ting vegna formannskapin, nú skal siga, at ein tingformaður ikki kann leggja mál fyri ting. Hetta má vera tekin um, at tað ikki er so lætt at vera ímóti sjálvum uppskotinum, heldur hann.

- Eg má bara fegnast um, at mótstøðan nú er vorðin eitt stríð um petitessir, sum ikki eru til, sigur hann.