Nú ráða Kina og Russland í ST

Ta seinastu tíðina hava Kina og Russland fingið alt størri ávirkan á arbeiðið í ST, og í dag eru tað tey bæði stórveldini, sum sita við róðrið í trygdarráðnum. Tað kemur ikki óvart á fyrrverandi varaaðalskrivaran Jan Egeland

Fyri nøkrum mánaðum síðani settu ES-londini og onnur lond í Evropa sær fyri at hjálpa teimum hundraðtúsundtals fólkunum, sum liðu neyð eftir eina óvanliga ringa melduródn í Burma. Men hjálpin fór ongantíð avstað, tí í trygdarráðnum hjá ST settu Russland og Kina seg upp ímóti ætlanini við at nýta sýtingarrættin. Tað sama hendi, tá Evropa ætlaði at veita teimum neyðstøddu í sudanska landspartinum Darfur hjálp. Heldur ikki hednan hjálpin kom vegin fram, og enn eina ferð vóru tað Kina og Russland, sum lóu í buktini.

Tá tað snýr seg um ST og arbeiðið har, eru ES-londini í einari kreppu. Russland og Kina seta altsamt størri dám á dagsskránna hjá heimafelagsskapinum, og ES-londini tapa alt fleiri og fleiri atkvøðugreiðslur, tá støða skal takast til ymsar spurningar um altjóða mannarættindi.

Hesi lítið hugaligu tíðindini eru úr einari nýggjari frágreiðing hjá ECFR - European Council on Foreign Relations, og tær døpru niðurstøðurnar koma ikki óvart á fyrrverandi norska ST-varaaðalskrivaran Jan Egeland, ið sum varaaðalskrivari hevði ábyrgdina av mannarættindaviðurskiftum og at samskipa neyðhjálpartiltøk.

-Nei, tað kemur ikki óvart é meg, sigur Jan Egeland, sum nú er stjóri á uttanríkispolitiska stovninum í Oslo, NUPI.

 

Fáa størri undirtøku

Richard Gowan og Franziska Brantner, sum hava skrivað frágreiðingina hjá European Council on Foreign Relantions, siga, at samstundis sum ES-londini javnan gera vart við, hvussu stóran dent tey leggja á ST sum eitt týdningarmikið amboð í altjóða arbeiði, eru tað í dag Russland, Kina og teirra sameindu, sum mynda ST.

Tey vísa á, at tey seinastu tíggju árini ella so hevur ES mist tann fasta stuðulin, sum samveldið fekk frá 41 londum til seinast í nítiárunum. Eitt nú skriva tey, at fyrr tóku umleið 70 prosent av limalondunum í ST undir við teimum hugsjónum, sum ES hevur um mannarættindi. Í dag eru tað umleið 50 prosent, sum styðja tær evropeisku hugsjónirnar.

Um somu tíð hava tilsvarandi fleiri lond valt at styðja tey sjónarmið, sum Kina og Russland hava í ymsum viðurskiftum. Sum dømi nevna Richard Gowan og Franziska Brantner, at á seinasta ST-aðalfundi fingu mannarættindahugsjónirnar hjá Russlandi og Kina undirtøku frá ávikavist 76 og 74 prosentum av limalondunum.

 

Evropa má lúta

Hendan gongdin gjørdist serliga sjónlig fyrr í ár, tá ES-londini royndu at fáa ST at hjálpa teimum hundraðtúsundtals neyðstøddu eftir melduródnina í Burma, og tá tey evropeisku londini royndu at fáa ST at ávirka viðurskiftini í Zimbabwe. Men hóast fleiri royndir eydnaðist tað ikki ES at fáa meiriluta fyri einari samtykt í trygdarráðnum.

Tað, sum hendi við Burma og Zimbabwe, er ikki tann einasti og minni enn so tann fyrsti ósigurin hjá Evropa í dystinum við Kina og Russland á ST-høvuðsborgini í New York. Í frágreiðingini hjá ECFR verður bert víst á Kosovo og Darfur sum tvey onnur dømi um, at Evropa hevur verið noytt at lúta fyri Kina, Russlandi og teirra sameindu.

Um orsøkin til gongdina skriva Gowan og Brantner, at hon kemst av geopolitiskum broytingum, og tey leggja ikki fingrarnar ímillum, men siga, at ES hevur ligið sjóvarfallið av sær og hevur medvirkað til sína egnu afturgongd. Eitt nú halda tey, at ES-londini hava lagt ov lítlan dent á at byggja brýr til onnur lond, men hava heldur vent eygunum ímóti sær sjálvum. Í hesum viðfangi nevna tey, at ES-londini halda meiri enn eitt túsund innanhýsis samskipanarfundir í New York um árið - heldur enn at tosa við onnmur.

-Kann Evropa ikki vinna sær stuðul í ST fyri altjóða tiltøkum til frama fyri mannarættindini, kann tað enda við, at ES tapir stríðið fyri tí týdningarmesta evninum, sum altjóða politikkur yvirhøvur snýr seg um, stendur í ECFR-frágreiðingini.

 

Lítið fyri stuðulin

Teir báðir høvundarnir skriva, at hetta er serliga viðkomandi í teimum førum, har Evropa hevur ábyrgd av at forða fólkamorði og øðrum umfatandi ræðuleikum, har líkasæla kann hava óhugnaligar avleiðingar.

Frágreiðingin ger vart við, at ávirkanin hjá ES og Evropa er minkandi, sjálvt um londini lata heimafelagsskapinum stóran fíggjarligan styrk. Samanlagt eru ES-londini tann størsti fíggjarligi stuðulin hjá ST, og í 2010 fara londini í samveldinum at brúka einar 75 milliardir krónur til virksemið hjá ST.

-Men hóast tann stóra týdningin fyri heimafelagsskapin hevur ES verið fyri einum ósigri fyri og øðrum eftir í trygdarráðnum, á aðalfundinum og í mannarættindanevndini, stendur í frágreiðingini.

 

Samanseting frá 1945

Jan Egeland heldur, at gongdin við teirri evropeisku ávirkanini á ST er bara ein mynd av, hvussu heimurin er broyttur, og at altsamt fleiri lond gera vart við seg á altjóða pallinum, bæði politiskt og búskaparliga. Tað er heldur ikki bara Evropa, sum hevur mist ávirkan og vald í hesum sama meldrinum, tí tað hevur USA eisini, sigur fyrrverandi varaaðalskrivarin við Aftenposten.

-Tað einasta staðið, sum framvegis ikki hevur varnast, at heimurin er broyttur, er í ST-trygdarráðnum, sum enn tann dag í dag er samansett, eins og tað bleiv sett saman í 1945. Eitt nú hava hvørki Japan ella India sæti har, sjálvt um Japan er tað landið, sum rindar mest til ST, og sjálvt um India skjótt verður heimsins fólkaríkasta land, sigur Jan Egeland.

Fyrrverandi varaaðalskrivarin sigur, at sum evropear noyðast vit at skilja og ásanna, at vit hava ikki ta stóru politisku og sosialu ávirkanina longur. Samstundis eiga vit at krevja, at lond sum Kina, India, Brasil, Suðurafrika og Nigeria átaka sær ein størri part av fleirtjóða skyldunum., tí í dag eru hesi londini millum heimsins stórveldi.

Jan Egeland sigur, at í dag hevur Russland ikki stóra ávirkan á viðurskifti aðrastaðni enn í sínum egna grannalagi. Harafturímóti hava bæði Kina og India stóra ávirkan í Afrika, men hann heldur, at tað ber til at ávirka teirra hugsan.

(Keldur: Aftenposten, NRK)