Núpur og Jákup B landaðu fríggjadagin

Flestu línuskip í Klaksvík hava ligið ein part av summarinum, tá ið fiskidagarnir fór at ganga undan. Skipini eru nú riggaði til aftur og eru so smátt byrjaði at fara útaftur

Fiskivinna

Klaksvík: Á Kósini í Klaksvík høvdu tey bert stongt í eina viku í summar. Hetta var í ólavsøkuvikuni. Annars hevur verið arbeitt alla tíðina, og fólk hava lagt sær summarfrítíðina til rættis, soleiðis sum tað nú einaferð hevur passað best.
Egil Johansen sigur, at hóast flestu línubátar í Klaksvík hava ligið nú uppundir endan av fiskiárinum, tí dagarnir vóru farnir at ganga undan, so hevur kortini væl av fiskaarbeiði verið á Kósini.
- Vit keypa fisk beinleiðis frá skipunum, serliga línubátunum, eins og vit keypa fisk á uppboðssølu.

Mest hýsa

Seinasta fríggjadag keypti Kósin veiðina hjá línuskipunum, Núpi og Jákupi B, sum høvdu eini 70.000 og 90.000 pund hvør. Núpur royndi á leiðini í ein útnyrðing úr Mykinesi, og Jákup B var á Føroyabanka.
Egil sigur, at meginparturin av veiðini hjá skipunum hendan túrin var hýsa.
- Lítil toskur hevur sum heild verið uppi í veiðini seinastu tíðina, og sjálvt um Jákup B var á bankanum hendan túrin, høvdu teir lítið av toski.
Hann sigur, at ein stórur partur av veiðini hjá línuskipunum í summar hevur verið longa og brosma.
Mánadagin arbeiddu tey hýsu á Kósini og á Roykivirkinum, Pure Wather, sum Kósin nú eisini eigur saman við øðrum.
- Sum er, roykja vit bara hýsu. Vit hava eisini roykt laks, men í løtuni verður eingin laksur royktur, sigur Egil.

Øll fiskasløg

Kósin í Klaksvík er annars eitt rættiliga fleksibult virki, sum keypir og arbeiðir flestu fiskasløg og hevur at kalla allar framleiðslur.
- Umframt flakaframleiðslu av ymiskum slagi, sum fer til frystingar, hava vit eisini saltfiskaframleiðslu og royking, sigur Egil.
Mánadagin, tá ið vit frættu úr Klaksvík, lógu einir 7-8 smáir útróðrarbátar landingarklárir. Onkur hevur verið við línu og onkur við snellu. Bátarnir selja um uppboðssøluna, har fiskurin verður seldur sum útróðrarfiskur.
Egil Johansen veit annars at siga, at lítil útróður hevur verið í summar, men hann væntar, at útróðurin fer at taka seg uppaftur so hvørt, sum tað líður úr á heystið.