Í Útvarpinum í kvöld hoyrdi eg, at hash-hundurin hjá lögregluni hevði fingið eina lönarhækking uppá ca. 3000 krónur um mánaðin ? eg rokni við, at hetta er fyri uppihald, sjónvarp, mat og klæðir, kamar, internet, telefon og annars ferðakostnaður vestur á flogvøllin og koyring oman á bryggjuna í Havn. Upphæddin svarar til ellispensjónina sum okkara gomlu skulu klára seg fyri.
Í somu útvarpssending verður sagt, at løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttur og hennara aðalstjórar ? eg haldi teir eru einir 5-6 í tali- høvðu fingið eina lönarhækkan ella viðbót uppá ?minnist meg rætt, so var talan um einar 4.000 krónur um mánaðin ? og hetta var bara, sum russiski fótbóltsvenjarin segði her fyri, ein avgreiðsluspurningur ? eitt sokalla ískoytið til verandi lönina. Eg kom at hugsa um Ingeborg og Abramsen. Viðbótin svarar til eina meðal lönarhækkan uppá 25% var talan um eina vanliga arbeiðaralön.
Eg roknið við at Annfinn Kalsberg og Óli Breckmann hava góðtikið hesar merkiligu almennu lönarhækkingarnar. Nú er tað vorði ?in? at arbeiða hjá tí almenna. Her eru störstu lönirnar.
Hetta er merkiligt?
At avgreiða lönina hjá einum hundi og gjalda 3000 krónur um mánan á posthúsinum til ein hund, hetta finna tit eina loysn uppá.
Men tit finna ikki útav at geva okkara minni mentu og gomlu sömilig kor at liva undir ella okkara sjúku sömiliga viðgerð, men ein hund, tað loysa tit við einum pennastroki ? hetta mátti verið flovisligt fyri onkran, harra lögmaður.
Við einum pennastroki geva tit teimum meira, sum hava nokk frammanundan og fær hetta ein at undrast og nervast um hetta skal verða skilið í framtíðini við fullveldinum og einum nýggjum kongi.
Finnboga Ísaksson kenna vit ? teir eru vinstrahallir sosialistar og upprörsmenn og kráma til sín tað teir kunnu. Teir fegnast yvir at almennu lönirnar eru tær mest attraktivu í samfelagnum. Hetta er sosialistiska leiðin.
Ein hevði vóna at hetta ikki bleiv endin, men lítið rökist fyri at tykkara kráman eftir pengunum fær nakran enda.
Hava tit ikki nokk? Mangla tit pengar heima við hús? 36.000 krónur um mánaðin, hví skulu tit og hasin hundurin hava meir?
Tit fáa onki við tykkum, tá tit fara hiðani. Var peningurin ikki betur farin til sjúkrahús, almenna viðgerð, skúlar o.a.? Hví skulu tit altíð kráma til tykkum ? pengar, sum tit onki eiga í, men sum onnur hava stríðst fyri. Boksarin Mike Tyson segði herfyri við fjölmiðlarnar, at tað eru tvey slög av menniskum til: tey sum forvinna pening og so öll hini, sum royna at stjæla peningin frá tær.
Skammast tit ongantíð? Ella halda tit verunliga at tit eru allar hesar pengarnar verd?
Annars so ætli eg mær at sökja starvið sum kongur í Föroyum, tá starvið verður lýst leyst. Nú vóni eg ikki at Vágadal navnið er ov lítið fínt í mun til Hoydal, Kallsberg, Breckmann, Mohr, Ellefsen, Djurhuus v.m.