Millum eitt lágtrýst yvir Norðsjónum og eitt hátrýst yvir Íslandi, blæsir køld luft inn yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri. Sunnudagin fer hátrýstið fram við Føroyum, og í næstu viku koma nýggj brúgvaløg inn yvir landið av vestri.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Sunnunáttina makar hann vindin eitt vet. Samdrigið og ælaveður, í fjøllunum vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s. Sólglottar, men okkurt æl og hitin millum 4 og 7 stig. Um náttina lutvíst klárt og hitin nærkast frostmarkinum.
Mánadagin
Fyrst verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Um náttina upp í strúk í vindi av suðri, 12 m/s. Fyrst sólglottar, seinni yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin millum 4 og 7 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Um náttina snarar hann í landsynning og vestan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Eitt skifti regn, men so klárar hann í, tó verður okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mikudagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Eitt skifti makar hann vindin nakað, men um náttina øtlar hann aftur í andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt og okkurt æl, men um náttina skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 8 stig.