Nú nærkast Hoyvíksvøllur

Nú er farið undir at leggja seinastu hond á nýggja graslíkisvøllin í Hoyvík.

 

Arbeiðið hevur liðið stilt í vetur, men seinnapartin í gjár fór sp/f HJ Asfalt undir at leggja drenasfalt á vøllin. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt hesa vikuna, sigur Tórshavnar kommuna.

 

Eftir at tað er gjørt, fer Laiderz Aps undir at leggja graslíki á vøllin og verður tað arbeiðið væntandi klárt um miðjan mai.

 

Summarið 2015 skrivaðu kommunan og J&K Petersen sáttmála um at gera lendisarbeiðið til vøllin. Tað arbeiðið varð liðugt á heystið 2016.

 

Tá komu eisini tilboð inn um at leggja graslíki á vøllin. Upprunaliga skuldi avgerð takast í august, men tá málið kom fyri á býráðsfundi, bleiv tað tikið av skrá aftur, orsaka av, at ein av fyritøkunum metti, at skitið spæl var farið fram í útboðnum.

 

Endin var, at útboðið gekk av nýggjum og í januar skrivaði kommunan undir sáttmála við Laiderz Aps um at leggja stoytdoyvingarlág, graslíki og ífyllu á vøllin.

 

Tað er í høvuðsheitum fótbóltsfelagið Giza Hoyvík, sum skal nýta vøllin.