Nú nærkast hjá Andrew

Andrew av Fløtum hevur ikki spælt fyri Fremad Amager í hesum kappingarárinum enn, men hann er við at koma fyri seg aftur eftir skaðaæ. Andrew er farin at venja spakuliga aftur, og hann roknar við, at hann kann spæla aftur um einar tvær vikur. Um vikuskiftið spældi Fremad Amager ímóti Kolding FC á útivølli, og dysturin endaði við 2-2 javnleiki. Millum málskjúttarnar hjá Kolding var Karsten From, sum fyri nøkrum árum síðani spældi fyri HB og NSÍ.