Nú nærkast Flaggdagsrenningin

Renning: Eins og undanfarin ár skipar Bragdið fyri stórari rennikapping Flaggdagin 25. apríl

Sum vant skipar Bragdið ? felagið fyri frælsan ítrótt í Havn ? fyri renning Flaggdagin 25. apríl.

Byrjað verður niðri við Gamla Apotekið kl. 16.00, men rennararnir møta í Jotoholuni (miðbýnum) millum kl. 15.00 og 15.30 fyri at fáa nummar handað. Teinurin er 7,2 km fyri tey eldru, og 2 km fyri tey yngru.

Tey eldru renna eftir Havnargøtu út á nýggja keiøkið, niðan aftur og út við Strond, har vent verður við Tórgarðsgøtu. Heimaftur eftir Strandarvegnum og Havnargøtu, runt Café Natúr og rutuna einaferð enn.

Tey yngru renna út á nýggja keiøkið og síðani beinleiðis niðan á Gamla Apotekið og á mál.


Liðkapping aftur í ár

Í fjør varð kappingin víðkað til eisini at fevna um lið. Stovnar, virki, skúlar o.s.fr. stillaðu upp við einum ella fleiri liðum, og hetta gjørdi, at luttakaratalið fyri fyrstu ferð kom upp um hundrað.

Eisini í ár verður liðkapping, og á liðunum (kvinnur og menn fyri seg) eru minst 3 og hægst 5, og tríggjar tær bestu plaseringarnar telja við. Vinnandi konu- og mannfólkaliðini verða so tey, sum samanlagt hava bestu plaseringarnar, og fáa steyp til ognar.

Sum vant fáa tey, sum vinna í sínum bólki, steyp til ognar, og heiðurstekin til trý tey bestu í bólkinum verða eisini givin. Føroya Shell stuðlar tiltakinum.


Kappingin er fyri øll

Øll byrja í senn, og sum vant vera tveir aldursbólkar ? 13 ár og eldri, og 12 ár og yngri.

Bragdið leggur dent á, at renningin er fyri øll, yngri sum eldri, og roknar við góðari uppmøting. Nú listin verður telduviðgjørdur (skjótari avgreiðsla á málinum), verða áhugað biðin um at melda seg sambært lýsing aðrastaðni í blaðnum í dag.