Nú nærkast endin

Jay Leno hevur tvær vikur eftir sum vertur í Tonight talkshowinum á NBC

Hann er ein av best umtóktu vertunum í amerikanskum sjónvarpi, men nú nærkast endin sum vertur á kvøldsendingini Tonight á rásini NBC.
Í eitt ár hava fólk vitað, at 63 ára gamli Jay Leno skuldi gevast sum vertur í hesi sending, og nú nærkast endin av álvara. 6. februar verður hann fyri seinastu ferð vertur í Tonight.
Fyrsti verturin hjá Jey Leno í mai 1992 var sjónleikarin Billy Crystal, og hann skal eisini verða seinasti gesturin í røðini.
Avloysari hjá Jay Leno verður Jimmy Fallon, men enn er ikki greitt, hvat Jay Leno skal í holt við, tá ið hann verður leysur av Tonight.