Sirkus Flik Flak, sum kemur úr vinarbýi Klaksvíkar, Odense, er gnú klárt til framsýningarnar í Føroyum í ár Frá 25. juni til 9. juli vitjar Cirkus Flik Flak í Føroyum, eftir at manningin í allan vetur hevur vant við bóltum, keylum, turriklæðum og undarligum súkklum.
Cirkus Flik Flak bjóðar eina framsýning við m.ø.: akrobatum, klovnum, gandakallum, sum kunnu fáa lutir at hvørva, list-súkklarum á einum hjóli og mangt, mangt annað.
Við í ferðalagnum hjá Cirkus Flik Flak eru 43 børn, ung og vaksin ? meginparturin børn.