Tað er eisini heilt ótrúligt, at Jacob Vestergaard er so bláoygdur í hesum máli, Tað Heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður og hann sigur enntá, at hann er farin at sakna greiða torutalurnar frá floksfelaga hansara, Óla Breckmann.
Edmund Joensen svarar nú atfinningunum frá Jacob Vestergaard aftur. Jacob Vestergaard heldur, at tað er langt úti, at Edmund Joensen, og danski fólkatingsmaðurin úr vinstra, Michael Aastrup Jensen, eru farnir at viðgera føroyskan handilspolitikk á Fólkatingi, tí tað hevur Fólkatingið einki við at gera.
Teir báðir fólkatingsmenninir halda nevniliga, at vit skulu útflyta minni til Russlands og meiri til ES.
Les meiri um tað her: Hetta er heilt ótrúliga groft
Hevði Jacob Vestergaard havt lisið greinina hjá mær og Michael Aastrup Jensen ordiliga, hevði hann vitað, at vit ongastaðni siga, at føroyingar ikki skulu útflyta til Russlands. Sjálvandi skulu vit útflyta til Russlands – vit útflyta til allan heimin, og tað skulu vit halda fram við, sigur Edmund Joensen.
Men hann leggur dent á, at vit ikki mugu gera okkum bundin at einum ódemokratiskum landi sum Russlandi, sum ikki fylgir vesturlendsku spælireglunum. Tá yvir ein fjórðingur av samlaða útflutninginum fer til Russlands, kann tað skjótt gerast viðkvæmt fyri føroyskan útflytning, tá politiska støðan er, sum sum hon er í dag.
Edmund Joensen heldur, at føroyingar mugu verða vaksnir á uttanríkispolitiska økinum og vit mugu taka tilvitaðar avgerðir um okkara verju- og uttanríkispolitik, so vit ikki verða eitt trýstpunkt í tí nýggju geopolitisku heimsmyndini.
– Vaksin er ikki lýsingarorðið, eg vildi nýtt um uttanríkispolitikkin hjá Jacob Vestergaard og øðrum. Tá landsstýrismaðurin skítur á, at russarar vanvirða føroyska loftrúmið, tykjast orð sum óbúgvin og líkasæla at vera meira hóskandi, sigur Edmund Joensen.
Trýst HER og les meiri um, hvat Edmund Joensen heldur um sjónarmiðini hjá Jacobi Vestergaard