Nú mugu tingfólk stýra sær

Oddagrein:

Tað tykist, at álvari er aftan fyri hugskotið hjá Hergeiri Nielsen, løgtingsformanni um aftur at skipa Føroya í fleiri valdømi, í hesum føri í fimm.

Tað var mest til stuttleika, at Sosialinurin herfyri spurdi øll tey 33 tingfólkini, um tey høvdu atkvøtt fyri einum møguligum uppskoti um aftur at skipa Føroyar í fleiri valdømi. Hugskotið fingu vit úr fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum vildi hava eina eftirmeting av broytingini, sum var gjørd við síðsta val, tá landið varð skipað í eitt valdømi.

Men álvaratos, tað er at halda land og fólk fyri gjøldur, at fyrsta úrslitið av eini eftirmeting er, at nú skal tingið taka støðu til aftur at fara til gomlu skipanina, ella eini, ið líkist henni.

Nakrar kvinnur føra fram í Sosialinum í gjár, at um tingfólk vilja hava »økiskvotering« innaftur í valskipanina, sum tær kalla tað, so vilja tær hava kynskvotering - ein avgjørt viðkomandi grundgeving. Júst hetta evnið viðgjørdu vit í oddagreini mánadagin, har vit staðfesta, at um formenninir í Javnaðar-, Sambands-, Fólka- og Tjóðveldisflokkinum gera av, at flokkarnir skulu hava so nøkulunda eins umboðan av báðum kynum, so fáa teir tað. Tað sama kunnu vit siga um »økisumboðanina«. Ynskja flokkarnir veruliga, at øll øki í landinum skulu verða umboðað, so er at stilla upp soleiði, at hetta ber til.

Veruleikin er korrini tann, at tingfólk ofta ikki hugsa fram um egnu nøs. At verða vald á ting er ein spurningur um vald. At lata øðrum vald, merkir av geva vald frá sær, og tað hava nógv tilfólk tað trupult við - tí er so trupult hjá monnum at lata vald frá sær til kvinnur - og somu mynd kunnu vit brúka upp á økisumboðanina.

Nú mugu tingfólk stýra sær. Mátin, sum Edmund Joensen nýtti, til tess at vinna sínum uppskoti um eitt valdømi frama, var ikki penur. Hesum kunnu vit verða samd í, tó at flestu okkara helst fegnast um, at vit nú kunnu velja fólk úr øllum landinum á ting. Men tað hjálpir so lítið at endurtaka mistakið, so sum Hergeir Nielsen ætlar.

Tað rættasta hevði verið, at løgtingið - ella innlendismálaráðið, sum varðar av økinum - eftirmetti nýggju valskipanina, áðrenn nøkur broyting verður gjørd.

Alt annað er at halda Føroya fólk fyri tað turra spott.