Hesa næstu, fáu vikurnar, fáa løgtingslimir úr at gera, so nú er at bretta upp um armar. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at tá ið øll málini eru løgd fyri Løgtingið, sum skulu leggjast fyri tingið í hesum umfari, hevur Løgtingið heili 110 mál, sum skulu avgreiðast, áðrann Løgtingið fer í summarfrí. Tað plagar at vera rundan um flaggdagin 25. apríl, at Løgtingið fer í summarfrí, men eftir ætlan fer tingið í summarfrí 3. mai.
Hann sigur, at tá ið tey málini eru avgreidd, hevur Løgtingið avgreidd 172 mál í hesi tingsetuni, sum byrjaði á ólavsøku í ár, og sum endar á ólavsøku í ár. Tó skal leggjast afturat, at skriva 17 tinglimir undir upp á, at okkurt mál kann leggjast fram, verður tað lagt fram, so tað er ikki óhugsandi at okkurt mál verður lagt fyri Løgtingið afturat.
Men av tí, at so nógv mál eru eftir at avgreiða, lyfti løgtingsformaðurin eisini fremstafingur, og vísti á, at hóast løgtingslimir og landsstýrisfólk kunnu hava ynski um mangt og hvat, verður tað í stóran mun hann, sum setir skránna, og so mugu løgtingsfólk, og landsstýrisfólk laga seg eftir tí.
Samstundis heitti hann eisini á løgtingslimr og landsstýrisfólk um at halda seg til tey mál, sum eru til viðgerar, og ikki at at sveima so víða uttan um, tí tað fer at draga orðaskiftið út.