Nú mugu øll standa saman

- Nú mugu vit frá øllum síðum standa saman fyri at bjarga teimum 800 arbeiðsplássunum. Vit kunnu ikki bara lata tey fara, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon vil hava politiska myndugleikan at spæla við eisini.

Ingeborg Vinther heitir í kvøld á øll tey, sum hava ella kundu havt ein leiklut í Føroya Fiskavirking, um at standa saman.

- Nú mugu vit frá øllum síðum standa saman fyri at bjarga teimum 800 arbeiðsplássunum. Allar góðar kreftir mugu taka eitt tak í felag fyri at fáa virkini í gongd aftur sum skjótast, sigur Ingeborg Vinther.

- Vit mugu ikki koma í eina støðu, har virkini fara at liggja still í langa tíð. Alt, sum kann gerast, má gerast fyri at fáa at varðveita arbeiðsplássini, sigur hon.

Nú Fiskavirking er endað í Skiftirættinum er sannlíkt, at virki og skip verða seld hvør sær.

- Tað týdningarmesta er ikki, at Fiskavirking skal halda fram í sama líki. Tað týdningarmesta er, at arbeiðsplássini verða varðveitt, og at vit fáa øll virkini í gongd aftur sum skjótast, sigur Ingeborg Vinther.

- Politiski myndugleikin má eisini átaka sær ein leiklut fyri at fáa gongd á virkini aftur, sigur hon.