Bjargingarlið hava funnið líkini av trimum monnum, sum doyðu av einari spreinging í einum kolanámi í útnyrðingspartinum av Meksiko gjáramorgunin. Myndugleikarnir siga, at ellivu menn eru framvegis niðri í náminum, og bjargingarliðini royna nú at fáa staðfest, um teir eru á lívi ella ikki.
Leiðslan hjá bjargingarliðunum sigur, at teir ellivu menninir vóru einar 50 metrar niðri í náminum, tá spreingingin var. Sum skilst hava bjargingarmenninir ikki hoyrt nakað tekin, sum kundi bent á, at menninir eru á lívi.
Teir lokalu myndugleikarnir siga, at ein 14 ára gamal drongur, sum arbeiddi uttan fyri sjálvt námið, fekk stóran skaða av spreingingini. Hann varð fluttur á sjúkrahús, og har noyddust læknarnir at taka báðar armarnar, skrivar AP.