Námsvanlukka í Kolombia

Fleiri námsarbeiðsmenn eru innistongdir í einum kolanámi í Kolombia eftir eina spreinging í dag. Sambært týsku tíðindastovuni DPA eru 16 menn innistongdir í náminum, men franska tíðindastovan sigur, at tað snýr seg um 13 mans. Samstundis skrivar Reuters frá myndugleikunum, at minst 20 mans hava latið lív, og at seks hava fingið skaða.

Kolombisku myndugleikarnir siga, at spreingingin komst av, at eldur kom í gass í einari gongd ovarlaga í náminum. Sagt verður, at spreingingin fekk bæði veggir og loft í náminum at rapa. Sum skilst vóru umleið 50 menn til arbeiðis í náminum, tá spreingingin var.

Eygleiðarar siga, at trygdin í teimum suðuramerikonsku kolanámunum er batnað nógv tey seinnu árini, men kortini eru vanlukkur av og á. Tøl hjá kolombisku myndugleikunum vísa, at har í landinum kravdu námsvanlukkur næstan 100 mannalív í fjør.