Í minsta lagi 20 menn doyðu í einari spreinging í einum kolanámi miðskeiðis í Kina í nátt. Sambært almennu tíðindastovuni Xinhua sluppu 17 aðrir við lívinum, men teir eru nú innistongdir í náminum.
Myndugleikarnir siga, at 276 menn vóru niðri í náminum, tá spreingingin var, og at tað eydnaðist 239 teirra at sleppa upp.
Námsvanlukkur eru rættiliga vanligar í Kina, og í fjør doyðu meiri enn 2.600 í slíkum vanlukkum.
Í suðuramerikanska landinum Ekvador eru fýra menn innistongdir í einum gullnámi eftir eina spreinging í gjár. Teir eru umleið 150 metrar niðri í náminum, og bjargingarmyndugleikarnir fyrireika seg til at fáa teir upp, skrivar franska tíðindastovan AFP.