Raðsendingin um trætuna um leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri endaði fyribils týsdagin.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, boðaði mánadagin frá, at hann góðtekur grundgevingina hjá Tvøroyrar kommunu um at seta ein lærara sum leiðara á frítíðarskúlanum í Trongisvági heldur enn námsfrøðingin, hóast tað stendur í dagstovnalógini, at námsfrøðingurin átti at fingið starvið
Málið um leiðarastarvið á Tvøroyri hevur fingið stóra rúmd í fjølmiðlunum seinastu vikurnar, og vit gera her eina roynd at lýsa málið.
Ivasom mannagongd
Málið um leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri byrjaði 8. juli í ár, tá Tvøroyrar kommuna søkir í bløðunum eftir einum pedagogi ella námsfrøðingi til Frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Sum sæst á síðuni er talan ikki um eina rúgvumikla lýsing. Í lýsingini stendur einki um, hvat starvið umfatar, hvør arbeiðstíðin verður ella í hvørjum lønarbólki, leiðarin á Frítíðarskúlanum verður løntur, hóast greiðar ásetingar eru um tað í í sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Tvær kvinnur søkja starvið. Onnur teirra er pedagogur, og hevur starvast á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri seinastu trý árini, meðan hin hevur útbúgving sum lærari.
Tvøroyrar kommuna viðger umsóknirnar, og velir at seta læraran í starvið. Stutt eftir avgerðina hjá kommununi finst Føroya Pedagogfelag at starvssetanini. Felagið vísir á, at kommunan fremur lógarbrot við at seta læraran í starv, tí sambært grein 8 í dagstovnalógini er tað eitt krav, at ein pedagogur stendur á odda fyri frítíðarskúlum í Føroyum.
Pedagogfelagið vísir eisini á, at pedagogurin, sum ikki hevur fingið starvið, verður ongantíð biðin um at koma til setanarsamrøðu. Í brævinum, sum pedagogurin fær, stendur at starvið er sett øðrum umsøkjara, sum er betri skikkaður.
Grundgevingin er, at Tvøroyrar Kommuna metir, at tann, ið er sett, hevur drúgvari royndir við børnum í skúlaaldri og hevur relevanta útbúgving, sum í hesum føri kann líkastillast við útbúgvingina, sum pedagogurin hevur.
Kortini biður Tvøroyrar býráð óskikkaða pedagogin um at røkja leiðarastarvið fyrstu dagarnar, tí setti leiðarin á Frítíðarskúlanum er burturstødd, og kann ikki møta fyrr renn 25. august.
Pedagogfelagið vendir sær til Almanna- og heilsumálaráðið, og ger vart við óreglusemi í samband við setanina av læraranum í leiðarastarvið á frítíðarskúlanum.
Mitt í august mánaði fer málið á rull.
Semjan
Føroya Pedagogfelag og Almanna- og heilsumálaráðið eru seinast í august og fyrst í september mánaði í drúgvum brævaskifti um setanina av leiðaranum á frítíðarskúlanum.
3. september ger Almanna- og heilsumálaráðið Tvøroyrar kommunu greitt, at hon verður noydd taka setanina av læraranum aftur, og lýsa leiðarastarvið leyst aftur, tí kommunan hevur brotið dagstovnalógina.
Hesi viðurskifti skulu fáast í rættlag áðrenn 10. september. Samstundis ynskir landsstýrismaðurin at hitta allar kommunustýrislimirnar á fundi, har hann ætlar at fáa eina loysn í málinum
Ger Tvøroyar kommuna ikki eftir harraboðum úr Almanna- og heilsumálaráðnum, hóttir Hans Pauli Strøm við at lata frítíðarskúlan aftur við fútaboði. Tvøroyrar Býráð ger einki við málið.
12. september eru Hans Pauli Strøm og tríggir býráðslimir úr Tvøroyar býráð á kreppufundi á Tvøroyri, og finna fram til eina semju í málinum.
Landsstýrismaðurin biður Tvøroyrar býráð taka neyðug stig til at fáa viðurskiftini í lagi í samband við setanina, og bindur seg samstundis til at taka stig til at broyta grein 8 í dagstovnalógini, sum ásetur førleikakrøvini hjá leiðarum á frítíðarskúlum.
Tvøroyrar býráð velir eftir fundin at taka setanina av læraranum aftur, men leiðarastarvið verður ongantíð lýst leyst aftur. Kommunan velir hinvegin at seta sama lærara sum fyribils leiðara á frítíðarskúlanum, og tá tala Føroya Pedagogfelag og Almanna- og heilsumálaráðið at aftur.
Hans Pauli Strøm krevur at fáa at fáa ein haldgóða grundgeving frá Tvøroyrar kommunu, hví námsfrøðingurin ikki verður settur í starvið, tá kommunan hevur ógildað setanina av læraranum, og námsfrøðingurin tí er einasti umsøkjarin.
Tvøroyrar Býráð verður álagt at viðgera umsóknina hjá pedagoginum av nýggjum, har kommunan við grundarlagi í einari konkretari meting tekur avgerð um námsfrøðingurin kann setast í starvið. Tvøroyrar Býráð kemur síðani við einari grundgeving, men hendan grundgevingin verður ikki góðtikin.
Landsstýrismaðurin setur enn einaferð knívin á barkan á kommununi, og hóttir við at lata Frítíðarskúlan aftur, um Tvøroyrar kommuna ikki kemur við eini frágreiðing.
Lærarin settur
30. september fær Almanna- og heilsumálaráðið grundgevingina hjá Tvøroyrar kommunu um hví pedagogurin ikki er settur í starvið sum leiðari.
Hans Pauli Strøm og Almanna- og heilsumálaráðið siga seg góðtaka grundgevingina hjá Tvøroyrar kommunu, tí landsstýrismaðurin heldur, at Tvøroyrar býráð dugir betur enn Almanna- og heilsumálaráði at gera av, hvørt pedagogurin er skikkaður ella ei.
Hóast áhaldandi trýst frá Føroya Pedagogfelag er niðurstøðan hon, at læraran røkir starvið sum fyribilsleiðari á frítíðarskúlanum til summarsteðgin 2005.