Tað eru framvegis samráðingar á Hotel Føroyum millum lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum, kommunala arbeiðsfevarafelagið, KAF, og nevndina í Pedagogfelag Føroya. Tað er undir leiðslu av semingsmonnunum.
Tá ið tað seinnapartin fríggjadagin varð farið undir samráðingarnar segði Terji Siguðrsson, semingsmaður, at hann nú vónaði, at nýggjur sáttmáli fór at spyrjast burturúr. Hann dugdi ikki at siga, hvussu langa tíð tað fór at taka, men hann útilokaði ikki, at talan fór at vera um drúgvar samráðingar.
Í gjár fingu verkfalsraktu og lockoutaðu føroysku námsfrøðingarnir fíggjarligan styrk úr Íslandi.
Seinnapartin í gjár gjørdi felagið hjá íslendsku námsfrøðingunum av at veita føsoysku námsfrøðiingunum, sum eru í verkfalli, tíggju milliónir íslendskar krónur í styrki. Tað svarar til stívliga eina hálva millión danskar krónur.
Haraldur Freyr Gíslason, sum er formaður í íslendska felagnum, sigur:
-Sjálvandi ynskja vit at stuðla starvsfeløgum okkara í Føroyum. Eg eri vísur í, at føroysku starvsfelagar okkara høvdu stuðlað okkum, um tað vóru vit, sum vóru í verkfalli, sigur Haraldur Freyr Gíslason við ki.is.