Maud Wang Hansen, Forkvinna, Føroya Pedagogfelag
-----
Pedagogmamman í Tórshavnar kommunu er farin úr starvi, og eftir standa 1000 spurningar.
Her eru nakrir av teimum:
Hvat er grundgevingin fyri, at Tórshavanar kommuna setur eina ljósmóður við serkunnleika til fíggjarstýring, sum leiðara fyri málsøkið Børn & ung?
Høvuðsendamálið við at hava eina felags leiðslu fyri málsøkið Børn & ung, má vera at tryggja, at fakliga støðið er høgt, at dagstovnaøkið fylgir Dagstovnalógini, og at tænastan til borgaran er góð.
Hesi viðurskifti tryggja dagligu leiðslurnar við at leiða tað námsfrøðiliga arbeiðið, at tryggja starvsfólkum góð arbeiðsviðurskifti og við at tryggja øllum børnum støðuga menning og góð barnaár.
Málsøkið Børn og ung hevur ábyrgdina av børnum við serligum avbjóðingum og tørvi á stuðli eins og økið hevur ábyrgdina av námsfrøðiliga arbeiðinum í kommununi sum heild.
Ráðgevar sum veita serkøna fakliga vegleiðing til starvsfólk hava eins og allir leiðarar tørv á fakligari vegleiðing, supervisión og førleikamenning. Til hetta krevst dygg faklig vitan um námsfrøðiliga starvsøkið, um gransking og rák innan fakið og um framtíðar fakligu avbjóðingar. Um høvuðsendamálið við starvinum nú er fíggjarviðurskifti og ikki námsfrøði, verður málsøkið fyri stórum missi.
Tað kann tykjast ikki sørt óvinaligt at senda hesar tankar – og hetta skal á ongan hátt fatast sum ein ákoyring á nýsetta leiðaran – tvørturímóti er hetta ein áheitan á umsitingina í Tórshavnar kommunu um at greiða limunum í Føroya Pedagogfelag frá sínum hugsanum um, hvussu ætlanin er at tryggja, at námsfrøðin ikki verður fyri mismuni, men tvørturímóti verður raðfest enn hægri enn higartil.
Vit ynskja nýggja leiðararnum vælkomnari í starvið og síggja fram til eitt gott og sera týdningarmikið samstarv um námsfrøðina í Tórshavnar kommunu.